Leygardagin 2.november var boðað til klappjakt í Trongisvági. Møtast skuldi, sum vanligt kl. 0645 í Syðrutoftum.
Flest allar veðurforsøgnir á internetinum lovaðu gott veður, turt, kalt og hægst 3 m/s av vesturi.
Til ársins klappjakt vóru 2 avboð. Andras, sum býr í Danmark, og so Niels Gunnar, sum ikki kom suður úr Havn vegna møguligt verkfall hjá Standferðsluni. Fyri Andras, skeyt Petur Stórhamar og fyri Niels Gunnar slapp Kim Roest at royna seg. Ragnar Nolsøe, sum eins og Andras, býr í Danmark, var eins og í fjør komin langan vegin heim til henda, fyri Trongisvágsingar, merkisdag.
Aftur í ár vóru hópin av klapparum við, og formaðurin taldi 34 klapparar. Hetta er líkað nógv sum í fjør, og sosatt ein tangering av metinum.
Jan Smedemark, sum var við fyri fyrstu ferð, og hevði nógva myndatólútgerð við, tók áðrenn jaktina eina forkunnugua felagsmynd har menn stóðu rundanum standmyndina. Hetta er fyrsta myndin av harumonnum við vøkru standmyndini, nú hon langt um leingi er liðug.
Klokkan 0705 var farið av stað úr Syðratoftum og tveir minuttir seinni fóru fyrstu mennirnir gjøgnum Riddalshagaportri. Sum vant fóru skjuttarnir niðan á Skallrók og klapparnir settu kós móti Frostgjógv. Klokkan 0720 hoyrdist fyrsta skoti, tá Einar, sum so ofta fyrr var raskasti maður niðan á Skallarók skeyt, men tíverri ikki rakti.
Tað vóru nøkur skot at hoyra tann fyrsta tíman á Skallarók og Fjallinum, so tá menn samlaðust við Frostgjógv umleið kl.09, vóru 8 harur skotnar.
Hetta er sindur yvir miðal og teir sum hevði fingið haru vóru:
Syðratoftir-Frostgjógv: Birgir 2, Kim 1, Ragnar 1, Kristian 1, Ásmund 1, Bergur 1 og Petur 1.
Formaðurin syrgdi fyri tí vanliga lutakastinum við seðlum í eini húgvu, og úrsliti gjørdist at Páll trekti nr. 1 meðan Jens Rói trekti nr. 17. Umleið kl.0915 fóru allir avstað og settu kós móti Bøkkinum. Tað gekk ikki long tíð, so byrjaðu skotini at hoyrast og tað man verða nógv ár síðan at so nógv hara hevur verið at sjá í Húsgarðshaga. Tað vísti seg at teir sum gingu sunnarliga, fóru at fáa ein góðan dag, tí sera nógvar harur vóru á Mýrunum og suðureftir.
Tá menn samlaðust við Bøkkin vóru heili 19 harur skotnar síðan Frostgjógv og er hetta óhoyrt nógv. Hesar 19 harurnar fingu:
Frostgjógv-Bøkkurin: Einar 3, Dion 2, Birgir 2, Magni 2, Hanus 2, Kim 1, Signar 1, Ásmund 1, Vagnur 1, Kristian 1, Petur 1, Jens Rói 1 og Ragnar 1.
Eftir matarsteðgin við Bøkkin fór so fylgi við 51 monnum víðari vestureftir, við kós móti Nakkinum. Tað helt á fram, at verða hópin av harum at síggja fyri teir sum gingu niðast/sunnast, og skotini dundu nærum allatíðina. Fyri teir sum gingu norðast vóru ikki nógvar harur at sjá, og hetta sást eisini aftur í tølunum tá allir møttust í Skarðinum.
Millum Bøkkin og Skarði blivu heili 29 harur skotnar:
Bøkkurin-Skarði: Einar 6, Kristian 4, Ásmund 3, Páll 3, Vagnur 3, Hanus 3, Kim 2, Jens Rói 1, Ragnar 1, Birgir 1, Dion 1 og Magni 1.
Eins og í fjør, fingu okur bert 1 haru vesturi á Nakki og hana fekk Einar.
Sosatt var úrsliti, tá dagurin var hálvrunnin heili 56 harur:
Dagur hálvrunnin: Einar 9, Kristian 6, Birgir 5, Ásmund 5, Hanus 5, Kim 4, Vagnur 4, Magni 3, Dion 3, Ragnar 3, Páll 3, Jens Rói 2, Petur 2, Signar 1, Bergur 1, Mikkjal 0 og Hallur 0
Bergur boðaði í Skarðinum frá, at hann ikki megnaði at halda áfram, vegna pínu í beinunum og at hann mátti gevast. Bergur gjørdi avtalu við Tóra Mortensen, sum var klappari hjá Mikkjal, um at taka byrsuna og skjóta fyri seg heimeftir.
Eftir steðgin í Skarðinum fóru allir í hvør sína ætt heimeftir aftur. Sum vant, var væl av harum at síggja í Rókunum, meðan nógv minni enn vanligt var at sjá rundanum Vatnsdal og í Svínadali.
Veðrið var allan dagin framúr gott og nærum vindstilli.
Kl. 17 vóru so allir komin heim aftur í øllum góðum og samlaðust í bilhúsinum hjá Solveig. Hesaferð høvdu Bergur Stórhamar og Rólant Sørensen skipað fyri vælsmakkandi suppu til bæði luttakarar og gestir. Fitt av fólkið var eisini komið at fregnast um, hvussu dagurin hevði gingist.
Endaliga úrslitið gjørdist heili 93 harur, har Einar Petersen við 14 harum gjørdist harukongur. Í miðal gav hetta 5,5 haru pr. mann. Hetta er hægasta tal av harum, ið er fingið í klappjaktini síðan 1973.
Alt í alt ein sera væleydnað klappjakt, har veðrið var tað besta í mong harrans ár. Serstakliga stuttligt var at síggja so nógvar harur aftur í teimum “upprunaligu klappjakts høgunum”, Húsgarðshaga og Líðarhaga. Seinnu árini hava sera fáar harur verið í hesum báðum høgunum. Møguliga hetta við at broytast til tað betra orsakað av mongu harusetrunum, sum gjørd eru í hesum báðum høgunum seinnu árini.
Jan Smedemark og Ragnar Nolsøe tóku nógvar góðar myndir gjøgnum allan dagin, sum nú kunnu síggjast á heimasíðu felagsins.
Leggjas kann afturat, at tá Bergur gavst á hálvum degi, hevði hann bert 1 haru, meðan Tórur sum fekk byrsuna heimeftir, skjeyt heili 3 harur, so Bergur má takka Tórur fyri at hann endaði á 4 harum í ár.
Líknandi gekst hjá formanninum, Halli í Heiðinum. Einasta hara hann fekk í ár, skeyt ein klappari hjá honum fyri hann, nemliga Aron Sørensen.
Eisini hjá Páll eydnaðist einum klappara at skjóta eina haru. Her var tað yngri bróðurin Tóki ið fekk eina haru, ta einu løtuna hann bar byrsuna fyri eldra bróðurin.
Haruballið bleiv hesaferð hildið í Naddoddaneystinum leygarkvøldið 9 november og umleið 40 mans møttu, harav 13 skjúttar. Skjúttarnir høvdu ein stóran bakka við smyrjibreyði við meðan flest allir luttakarar høvdu ein posa við drekkivørum við, sum so bleiv sett á eitt felags borð.
Ballið var sera væleydnað, bæði við spurnarkapping, góðum guitarleikara Janus W. Mortensen, steypahandan og einum nýggjum harusangi og vardi til kl.0130, tá teir seinastu løgdu leiðina víðari úteftir. Fleiri eru samdir um, at hetta var besta ballið í mong ár.
JRS