Samandráttur av klappjaktini 2016

Veðrið var rímuliga gott, lot av útnorðingi. Benjamin skeyt fyri Páll og Kim fyri Hanus.

Fyrsta skot hoyrdist kl.0725, tá Jens Rói fekk sína fyrstu á Skallarók.

Syðratoftir-Frostgjógv: Jens Rói 2 og Birgir 1. tils. 3

Formaðurin syrgdi fyri tí vanliga lutakastinum við seðlum í eini húgvu, og úrslitið gjørdist, at Andras trekti nr. 1, og Signar trekti nr. 17. Umleið kl.0915 fóru allir avstað og settu kós móti Bøkkinum. Tað var ikki nógv av haru at síggja, og skotini vóru heldur ikki nógv.

Tá menn samlaðust við Bøkkin vóru 4 harur skotnar síðan Frostgjógv, og eru tað sera fáar. Hesar 4 harurnar fingu:

Frostgjógv-Bøkkurin: Benjamin 1, Jens Rói 1, Mikkjal 1, Kristian 1. tils. 4

Eftir matarsteðgin við Bøkkin fór so fylgið við 17 skjúttum og 39 klapparum víðari vestureftir, við kós móti Nakkinum. Longur vestur linjan kom, og serliga sunnarliga, vóru nógvar harur at síggja, og tá allir møttust í Skarðinum vóru 23 harur skotnar síðan Bøkkin:

Bøkkurin-Skarði: Dion 3, Einar 3, Jens Rói 3, Kristian 3, Magni 2, Tórur 2, Ragnar 1, Mikkjal 1, Benjamin 1, Rasmus 1, Vagnur 1 og Andras 1. tils 23

Harav 5 harur í Nakkinum: Kristian 1, Einar 1, Jens Rói 1, Tórur 1, Georg (klappari hjá Mikkjal) 1.

Sosatt var úrsliti, tá dagurin var hálvrunnin 30 harur:

Dagur hálvrunnin: Jens Rói 6, Kristian 4, Einar 3, Dion 3, Mikkjal 2, Benjamin 2, Tórur 2, Magni 2, Ragnar 1, Rasmus 1, Vagnur 1, Andras 1, Birgir 1, Hallur 0, Niels Gunnar 0, Signar 0 og Kim 0. tils. 30. 

Í ár var heimgongan heldur ørðvísi við, at okur ikki høvdu rættindini at skjóta í Rókhaga men menn vóru samdir um at sjálvsama fáar harur vóru at síggja norðanfyri bygdarmarkið hendan dagin.

Tá menn aftur samlaðust í garaguni hjá Solveig kl.17, gjørdist greitt, at Jens Rói gjørdist harukongur 2016 við 7 harum, Einar nr. tvey við 6 harum og Magni nr. trý við 6 harum. Kristian fekk eisini 6 harur, men samlaða vektin gjørdi at Kristian fekk fjóðra pláss. Samanlagt bleiv tað til 50 harur í 2016.

Sum vanligt var suppa og køkur umframt øl og sterkari løgur bjóða luttakarum og gestum. Suppuna hesaferð tóku Doris og Margo sær av.

Hendan løtan í garaguni hjá Solveig verður av mongum mett at verða ein tann besta í øllum árinum, og teir seinastu sótu til kl.21, áðrenn leiðin gekk víðari oman til Sigurdbjørn og Paulinu, ið borðreiddu við frálíkum reystum rivum.

 

Skeivir vinklar:

Haruna Hallur fekk skeyt klapparin Pætur.

Viberg fangaði tvær av 7 hjá Jens Róa.

Ragnar brúkti 5 patrónur uppá sína haru.

Haruna Tórur fekk í Nakkinum, gingu Ragnar M. og Bárður D.(y.) omaná og forbí, tá teir við fóru vestur við byrsu.

Georg, klapparin hjá Mikkjal, skeyta eina haru í Nakkinum.

Klappararnir hjá Einar funnu eina haru í holu nærum beinaveg aftaná Bøkkin.

Eyðun fann eina haru hjá Magna, og Gunnar skeyt eina.

Benjamin tók eina av sínum 3 harum úr holu.

 

Ballið bleiv eins og undanfarin ár hildið í Nadoddaneystinum. Kristian Olsen var afturvaldur sum trubadurur og ein nýggjur harusangur sá dagsins ljós. Steyp og medaljur stuðla av KIRO Smíð blivu handaðar og ballið eydnaðist sera væl. Kristian skipaði fyri væleyndnaðum undirhaldið v/ spurnarkapping. Luttakaratalið hesaferð var útivið 50 gestir og uttan iva met høgt. 5 fyrrverandi skjúttar vóru eisini við: Rólant, Bergur S, Ásmund, Margo og Tróndur. Síðsti maður fór úr neystinum kl.0230.

JRS