Ónsdagin 5. november var boðað til klappjakt í Trongisvági. Møtast skuldi, sum vanligt kl. 0645 í Syðrutoftum.
Flest allar veðurforsøgnir á internetinum lovaðu gott veður, turt fyri tað mesta, og møguliga okkurt lítið æl, kalt og upp í 5 m/s av eysturi.
Til ársins klappjakt vóru 3 avboð. Andras, sum býr í Danmark, Dion sum ikki náddi heim úr Norra og so Bergur av persónligum áðum. Fyri Andras, skjeyt Kim Roest, fyri Dion skjeyt Gunnar Petersen, og fyri Berg slapp Tórur Mortensen at royna seg. Ragnar Nolsøe, sum eins og Andras, býr í Danmark, var triða árið á rað komin langan vegin heim til henda, fyri okum trongisvágsingar, serstaka merkisdag.
Aftur í ár vóru hópin av klapparum við, og formaðurin taldi 33 klapparar. Harumframt var Frank Bormann við sum gestur.
Bæði Signar og Ásmund lótu synir sínar, Petur og Rasmus, sleppa at royna seg við byrsuni í ár, samstundis sum Signar og Ásmund vóru við sum klapparar og ráðgevar hjá synunum.
Klokkan 0705 var farið avstað úr Syðratoftum, og løtu seinni fóru fyrstu mennirnir gjøgnum grindina í Riddalshaga. Sum vant fóru skjuttarnir niðan á Skallrók, og klapparar settu kós móti Frostgjógv. Klokkan 0722 hoyrdist fyrsta skotið, tá formaðurin Hallur skeyt nakað sunnanfyri og undir Skallarók, men tíverri rakti hann ikki.
Tað vóru sera fá skot at hoyra tann fyrsta tíman á Skallarók og Fjallinum, so tá menn samlaðust við Frostgjógv, umleið kl.09, vóru bert 3 harur skotnar.
Hetta er sera fáar og teir sum hevði fingið haru vóru:
Syðratoftir-Frostgjógv: Kristian 1, Mikkjal 1 og Jens Rói 1.
Formaðurin syrgdi fyri tí vanliga lutakastinum við seðlum í eini húgvu, og úrslitið gjørdist, at Gunnar trekti nr. 1, og Hallur sjálvur trekti nr. 17. Umleið kl.0915 fóru allir avstað og settu kós móti Bøkkinum. Tað var ikki nógv av haru at síggja, og skotini vóru heldur ikki nógv.
Tá menn samlaðust við Bøkkin vóru 7 harur skotnar síðan Frostgjógv, og er tað ikki nógv. Hesar 7 harurnar fingu:
Frostgjógv-Bøkkurin: Kristian 1, Birgir 1, Magni 1, Gunnar 1, Hallur 1, Niels Gunnar 1 og Jens Rói 1.
Eftir matarsteðgin við Bøkkin fór so fylgið við 51 monnum víðari vestureftir, við kós móti Nakkinum. Heldur ikki á hesum teininum vóru nógvar harur at síggja, og tá allir møttust í Skarðinum vóru bert 11 harur skotnar síðan Bøkkin:
Bøkkurin-Skarði: Gunnar 2, Jens Petur 2, Hanus 2, Magni 1, Kristian 1, Rasmus 1, Petur 1 og Jens Rói 1.
Sosatt var úrsliti, tá dagurin var hálvrunnin einans 21 harur:
Dagur hálvrunnin: Kristian 3, Jens Rói 3, Gunnar 3, Magni 2, Hanus 2, Jens Petur 2, Birgir 1, Mikkjal 1, Hallur 1, Niels Gunnar 1, Petur 1, Rasmus 1, Kim 0, Ragnar 0, Tórur, 0, Einar 0 og Vagnur 0.
Eins og í fjør, fingu okur bert 1 haru vesturi á Nakki og hana fekk Ásmund, sum hevði fingið byrsuna frá Rasmus, meðan Rasmus helt steðg.
Leggjast kann afturat, at sjálvdan hava menn gingið so skjótt vesturefter og hevur hetta uttan iva gjørt sítt til at harunar ikki gjørdust fleiri.
Eftir steðgin í Skarðinum fóru allir í hvør sína ætt heimeftir aftur. Sera nógvar harur vóru at síggja í Rókunum, og fyrsta tíman eftir steðgin hoyrdust skot allatíðina, meðan fáar vóru at sjá rundanum Vatnsdal og í Svínadali.
Veðrið var allan dagin gott og lítið av vindi. Tó var sera kalt var á fjallatoppunum hendan dagin.
Kl. 17 vóru so allir komin heim aftur í øllum góðum og samlaðust í bilhúsinum hjá Solveig. Hesaferð høvdu Doris Petersen og Anna Djurhuus skipað fyri vælsmakkandi suppu til bæði luttakarar og gestir. Jónsvein Bech stuðlaði við lán av gassfløsku. Eitt sindur av fólki var eisini komið at fregnast, hvussu dagurin hevði gingist.
Endaliga úrslitið gjørdist 58 harur, har Birgir S. Rasmussen við 7 harum gjørdist harukongur. Í miðal gav hetta 3,4 haru pr. mann. Hetta er eitt sindur meir enn miðal, sum er 51 harur tils. ella 3 haru pr. mann.
4 skjúttar, Hanus, Gunnar, Magni og Kristian, fingu 6 harur í part og tískil mátti vektin takast í brúk fyri at finna fram til hvør skuldi blíva nr. 2 og nr. 3. Her vísti tað seg, at tær 6 harnurnar hjá Hanus vigaðu 16,62 kg, tær hjá Magni 16,47 kg, tær hjá Kristian 16,18 kg og tær hjá Gunnar 15,76 kg. Tískilt gjørdist Hanus nr. 2, Magni nr. 3, Kristian nr. 4 og Gunnar nr. 5.
Alt í alt ein væleydnað klappjakt, har veðrið var gott, sjálvt um ættin ikki var tann besta.
Fleiri luttakarir tóku nógvar góðar myndir gjøgnum allan dagin, sum nú kunnu síggjast á heimasíðu felagsins.
Rasmus, sum skeyt fyri fyrstu ferð, kann takka pápanum Ásmund fyri at fyrsta royndin eydnaðist væl, tí pápin skeyt báðar harurnar sum Rasmus bleiv skrásettur fyri.
Líknandi gekst hjá formanninum, Halli í Heiðinum. Eins og fleiri undanfarin ár, mátti Hallur hava hjálp frá klapparinum sínum, sum hesaferð fangaðu arða av tveimum harum Hallur fekk í sín part.
Magni hevði eisini ein vælupplagdan klappara við, tí tær løturnar Magni lat sonin Benjamin hava byrsuna, eydnaðist tað honum at skjóta heili 3 av teimum 6 harum Magni fekk.
Birgir, sum bleiv harukongur, má takka klappara sínum, Ragnar Joensen, fyri serligt avrik, tí Ragnar skeyt sjeyndu og avgerandi haruna hjá Birgja. Henda haran bleiv skotin niðri á sløttum eitt sindur omanfyri rættina í Húsgarðshaga.
Eisini kann leggjast afturat, at í ár bleiv ein hara skotin heilt niðri við kommunalu vatnbrunnarnar. Á veg heim stutt áðrenn kl.17 gekk Ragnar seg fram á hesa haru sunnanfyri Bláfoss, sum rann undan Ragnar oman til vatnbrunnarnar. Tá so Gunnar og Hanus stutt eftir komu gangandi framvið brunnunum, rann haran afturum brunnarnar at fjala seg. Eftir at hava runnið undan og nakrar ferðir rundan um brunnarnar, eydnaðist Hanus at fáa hana við einum góðum skoti.
Haruballið bleiv hesaferð hildið í Naddoddaneystinum leygarkvøldið 8 november og umleið 40 mans møttu. Skjúttarnir høvdu ein stóran bakka við smyrjibreyði við, og sjálvandi høvdu flest allir luttakarar ein posa við drekkivørum við, sum so bleiv sett á eitt sjálvtøkuborð. Hesaferð var eisini hara til matna, sum Kristian hevði tilgjørt. Birgir og Ragnar høvdu gjørt eina rúgvu av hasselbakaðum eplum, og tá samanum kom var tað eitt sera vælsmakkandi heimagjørt máltíð.
Ballið var væleydnað. Kristian Olsen var við sum trubadurur og allir eru samdir um, at Kristian kom sera væl frá uppgávuni. Hann megnaði gjøgnum alt ballið, at halda sangin koyrandi, sjáldan hevur verið sungið so nógv sum hesaferð. Eisini var steypahandan og ein nýggjur harusangur frumframførdur. Jens Petur boðaði á veitsluni frá at hann nú gavst í klappjaktini, og nýtti samstundis høvi at handa sínum fyrstfødda soni, Páll, harudagin til ognar. Kl.02 løgdu menn leiðina víðari úteftir. Flestu eru samdir um, at hetta var eitt frálíkt ball, har eisini fleiri gestir gjøgnum kvøldið stukku inn á gólvið.
Medaljur og steyp var í ár latið av BSR Timburarbeiði v/ Birgir S. Rasmussen.
JRS