Jóansøkan 2018

Jóansøkan 2018 (lag: Når papen kjem heim)

Í summar fóru 4 mans um Jóansøkutíð,
sum skikkur er, til Vatnsdalar at halda summarfrí.
Í sekkir fyltu mat og agn, og okkurt annað gott,
og fóru so til gongu, hesa vøkru summarnátt.

;Tað var ein stuttlig hending tá teir flugu heim,
teir flugu heim, teir flugu heim (x2);
Tí Måns fekk so ilt í sítt bein.

Á fótum lættir eru, hóast byrðan hon er tung,
teir hvíldu seg á steini leingi, náttin hon er ung.
Men teir sóu ikki mjørkan tjúkkan sníkja seg inn á,
so nú teir vistu ikki, hvar ið Vatnsdalsgøtan lá.

So greytatjúkkur mjørkin var, teir vistu eingi ráð,
man ganga noyddust allir, skulu Vatnsdalin teir ná.
Tá knappliga ein glotti er, teir høvdu gingið beint,
jú fram teir komu, um tað var ein hálvan dag ov seint.

Niðurlag

Nú rokan er í Vatnsdali, teir pakka út við skund,
so troyttir, svangir, tystir, allir treingja til ein blund.
Teir vakna næsta morgun til ein kaffimunn og drýl,
Og fara so at royna um teir fáa okkurt síl.

Í nætur tríggjar, dagar tveir, teir hugnaðu sær har,
men stúrdu fyri heimreisu, sum fyri framman var.
Ein strævin túrur uppá slætt, teir vistu allir tað,
tá knappliga ein teirra fór at klaga um sítt knæ.

Niðurlag

Í Vatnsdal Lítla komu upp, har høvdu teir skipsráð,
nú pínan var so øgilig, at hjálp teir máttu fá.
Patienturin hann svímaði, har bleiv eitt verri skil,
at bera mannin heim til hús, teir bjóða ikki til.

Patienturin nú raknar við: ”hvar er mín telefon?”
”Je hjálp má fá í stundini, mítt navn er Måns Per Son.
Je eri illa løstaður, og vinni ikki heim,
og pínan er so øgilig, og brotið høgra bein.

Niðurlag

Sentralurin hann svarar skjótt, og spyr um positión,
”vit senda tyrlu beinaveg, er lív ja so er vón.”
Og lítla løtu seinni inn í Vatnsdali hon fleyg,
skjótt hesar fýra neyðstøddu hon bjargaði úr neyð.

Í miðlunum tað frættist skjótt um hendan fjallatúr.
Um neyðarkall og beinbrotið, sum einki spurdist úr.
Úr tyrluni teir fara, og í eygum síggjast tár,
og við Atlantic avtala, vit hoyrast næsta ár.