Upp á tind 2016

Upp á tind
Lag: Upp á tá

Nú er harutíð, kuldin komin er,
spentir ganga nú, Trongisvingar her.
Vóna allir jú Hallur ringja skal,
jaktarboð at fáa, ganga niðan dal.

— Upp á tind fara teir,
gjøgnum dal eftir fleir,
reika allan dagin,
samlast klokkan fimm.

Skeggabbin í dag, var hann Brattalíð,
haru altíð fær, upp’í Grindalíð.
“Pappa vísti mer, ongin annar veit,
okra stað hon situr, altíð stór og feit”.

— Upp á tind fara teir…

Maður kemur her gulum vesti í,
staðkendur hann er, innast har í Líð.
Signar kallast hann, harur hevur tver,
søgur nógvar dugur, altíð mittpunkt er.

— Upp á tind fara teir…

Nýggjur skjútti er, Rasmus Nol úr Havn,
ætlar harur fleir, upp í fullan favn
spilta pylsu í, tíanverri beyt,
noyddur undir Nakkin, har hann sat og skeyt.

— Upp á tind fara teir…

Har trein Bergur fram, grummur virkar hann,
ringum lag nú er, oysur lortaspann.
Kristian stjól hana, haruna í Flekk,
og tá allar taldar, Bergur onga fekk.  

— Upp á tind fara teir…

Heim av flatlondum, Andras komin her,
v
øddamýgjari, kalur blivin er.
Býrsan nýggj og blonk, fingið nógv góð ráð,
altíð eftir henni, Páll í gili sá.

— Upp á tind fara teir…

Smartari enn flest, Magni P hann er,
framm at rommum lá, vildi skjóta tver.
Men alt kiksaði, rakti bert ein stein,
“Sikken lorta byrsa, ikki er hon bein”.

— Upp á tind fara teir…

Og nú hoyrdist hvin haru koma frá,
lívs-forskrekt hon bleiv, tá Niels Gunnar sá.
Gjørdist púra paff, skjótt í fitjur kreyp,
signaði seg sjálva og á bláman leyp.

— Upp á tind ara teir…

Hin í Garðinum, fegin er í dag,
harur tríggjar fekk, tí í góðum lag.
Bið so Tór í Keld, brúka nú sín kjaft,
ringir heim til húsar eftir meira saft.

— Upp á tind fara teir…

Hvør var hann ið vann, harur tíggju fekk,
býr í haganum, onga tíð til Gekk.
Puntabyrgi úr, Einar komin er,
raskur er at ganga, undan ter og mer.

— Upp á tind fara teir…

Veitslan góð hon er, syngja nú um tveir,
hvør man koma á gátt, vænta gestir fleir.
Myllá bóndin og Minkur stóri við,
veitslur ofta vitja, halda gamlan sið.

— Upp á tind fara teir,
gjøgnum dal eftir fleir,
reika allan dagin,
samlast klokkan fimm.

Johnny Bravo