Samandráttur av klappjaktni 2022

Skallarók – úr Syðrutoftum á Frostgjógv: 5(+1) harur – 5 nov. avlýstu á Frostgjógv
Einar 3, Bárður 2, (Petur 1, sum ikki taldi við í tí persónliga)
 
Av Frostgjógv vestur á Bøkkin: 15 harur – 12. nov. byrjaðu aftur á Frostgjógv
Benjamin 4, Birgir 2, Dion 2, Georg 1, Hallur 1, Vagnur 1, Andras 1, Bergur 1, Ragnar 1, Einar 1
 
Av Bøkkinum vestur í Skarð: 14 harur
Bárður 3, Einar 2, Vagnur 1, Jens Rói 1, Birgir 1, Georg 1, Hallur 1, Benjamin 1, Ragnar 1, Magni 1, Andras 1
 
Dagur hálvrunnin, steðgur í Skarðinum: 34 harur
Einar 6, Bárður 5, Benjamin 5, Birgir 3, Georg 2, Andras 2, Hallur 2, Dion 2, Ragnar 2, Vagnur 2, Jens Rói 1, Magni 1, Bergur 1, Niels Gunnar 0, Páll 0, Hanus 0, Jón Tórur 0
 
Túrurin heimeftir: 40 harur
Birgir 8, Bergur 5, Benjamin 4, Jens Rói 4, Bárður 3, Magni 3, Georg 2, Dion 2, Einar 2, Hallur 2, Andras 1, Hanus 1, Páll 1, Ragnar 1, Jón Tórur 1, Niels Gunnar 0, Vagnur 0
 
Endaliga úrslitið: 74(+1) harur
Birgir 11, Benjamin 9, Einar 8, Bárður 8, Bergur 6, Jens Rói 5, Magni 4, Hallur 4, Georg 4, Dion 4, Ragnar 3, Andras 3, Vagnur 2, Páll 1, Jón Tórur 1, Hanus 1, Niels Gunnar 0 (Petur 1)
Arðir vinklar
Fyrsta roynd var 5. nov. Bleiv avlýst á Frostgjógv vegna mjørka. Tá vóru 6 harur, Einar 3, Bárður 2 og Petur 1. Tølini blivu ikki trekt.
Avboð fyrru ferð: Niels Gunnar var fótbóltsferð í Englandi, Dion vegna arbeiði og Hanus sum var sjúkur. Fyri teir møttu Petur, Benjamin og Aron.
Harurnar hjá Einar og Bárður fyrru ferð, taldu við í endaligu persónligu tølunum meðan tann hjá Petur taldi bert við í tí samlaða fyri 2022. Hetta tí at Petur var við uppá avboð og ikki skjútti seinnu ferð.
Kristian hevði áðrenn jaktina kunngjørt, at han lat soninum Bergur H. harudagin. Bergur H. royndi seg sostatt hesaferð fyrstu ferð sum fastur skjútti.
Seinna roynd var 12. nov. Byrjaðu aftur á Frostgjógv, og tølini trekt.
Tórur gav avboð kl.0530 vegna sjúka frú. Benjamin kom í staðin. 
Onki bleiv flagga hesaferð í Syðrutoftum, tí flaggstongin var brotna í tvey.
Mikkjal kunngjørdi á Frostgjógv, at hann har gav harudagin víðari til Georg.
Hallur trekti nr.1, men sá seg ikki føran fyri at ganga nr.1, og býtti tí um við Magna sum hevði trekt nr.7
Vestanfyri Gásamansklett fekk Benjamin 4 harur uppá 15 min, har allar lupu út úr holum, sum blivu gjørdar holutúrin 19. juli í ár.
Veðrið var ikki av tí besta, og mjørkin lá um allan Líðarhaga. Eisini var eitt fitt lot av vestri allan fyrrapartin. Mjørkin hvarv tó um 11 tíðina og so var klárt eina løtu, inntil mjørkin umleið kl.1430 aftur legði seg.
Dion fór oman í Skarðinum. Klapparin hjá Einar, Petur, yvirtók byrsuna og skeyt 2 harur heimeftir í navni Dions.
Eisini fóru klapparnir Dávur og Finnur oman í Skarðinum meðan Símun fór oman á Bøkkinum.
Maður á vegnum sá skjútta og klappara finna haru í holum. Tá skjúttin fór á knæ og úr húgvuni gjørdist greitt, at skjúttin var Magni. Klapparin Eyðun, sum hevði byrsuna hesa løtuna, rakti ikki tá haran leyp út úr holuni.
Hallur, sum gav klapparinum Poul byrsuna eina løtu seinnapart, gekk seg fram á heili 5 harur løtuna uttan byrsu. Hallur sigur seg verða vísan í, at hevði hann byrsuna, so fekk hann allar 5 🙂 Komu hesar 5 í fetulin, var Hallur á medaljuskamlinum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð.
Bergur H. og klapparir hálvviltust í mjørkanum og gingu tí vegna tíðarpress oman til plantaguna, har lastbilur koyrdi teir heim í garaguna.
Klappararnir hjá Niels Gunnar, Høgni og Jákup, hildu teir vóru ávegis heim eftir Mýrunum, men mjørkin hevði ført til, at teir vóru vilstir oman móti Svínadalinum. Tíbetur møttu teir fólki, sum fekk vegleitt teir rætta vegin heim.
Nakkurin: Andras 1, Magni, Einar 1 og Bárður 1.
Klapparin hjá Hallur, Poul, skeyt 3 av tarra 4 harum.
Klapparin hjá Jens Róa, Janus, skeyt 1 av tarra 5 harum.
Klapparin hjá Magna, Eyðun, skeyt 1 av tarra 4 harum.
Klapparin hjá Páll, Kári, skeyt haruna teir fingu. (Kári er aktivur hermaður og vanur við skotvápn)
Klapparin hjá Birgja, Ragnar, fangaði 2 harur í holu.
Klapparin hjá Einar, Petur, fangaði 1 haru í holu.
Klapparin hjá Bergur H., Trygvi, fangaði 1 haru í holu.
Tyrlan hjá Atlantic var 4 túrar á Hvalbiarfjalli við útgerð til verkætlan hjá Poul Laust. Hetta órógvaði jaktina sera nógv.
Vektin: 1,50-1,99=6  2,00-2,49=18  2,50-2,99=30(+1)  3,00-3,49=19  3,50-3,99=1
Tyngsta haran vá 3,50 kg, meðan tann lættasta vá 1,50 kg. Eingin bleiv kolldømd.
Haran hjá Petur á Skallarók vigaði 2,87 kg.
Rólant stóð fyri klárgerð av suppu hesaferð.
Mikkjal fekk í garaguni frá formanninum handa blómutyssti og gávu, í samband við at tað hesaferð eru 40 ár síðan at Mikkjal skeyt fyrstu ferð.
Ljósið í garaguni bleiv sløkt kl.2130, tá menn fóru víðari.
Síðan formansfrúan ikki var við hús, bjóðaði formaðurin eftir garaguna heim til sín, har Weber bleiv tendra og mangt gott lagt á grilluna. 
Um midnáttarleiti hoyrdist brandalarmurin um allan fjørðin, men lukkutíð var tað bert eitt riv sum var brent á grilluni og ongin opin eldur. 
Kettan var úti, so mýsnar dansaðu á borðinum í Heiðunum til langt út á nátt.