Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Andy av Eiði – Klappjaktin í Trongisvági

Andy av Eiði

Mánadagin tann 11. august 2025, ringdi Andrass Reinert av Eiði til mín og greiddi frá, at hann hevði fanga ein brunlittan haruunga. Andrass bjóðaði okum í klappjaktini haruna at sleppa upp, um okur vóru áhugaðir. Hetta vóru okur sjálvandi fegnir um og takkaðu ja takk.

Jeg ringdi eitt sindur runt, og gjøgnum Jón Tórur, fingu okur Teitur, at koyra norður til Eiðis eftir unganum. Ungin bleiv settur inn í eitt kettubúur, koyrdur suður til Havnar og settur umborð á Smyril.

Tá Smyril legði at á Krambatanga kl.2330, fór jeg umborð eftur honum og koyrdi síðan vestur í Líð. Jeg setti eitt blátt klips í høgra oyra, við talinum 24 í, og slepti síðan unganum inn í eina holu skamt við rættina í Líðarhaga. Tað er óvist hvat kyn ungin var, men ungin var væl fyri, tá ið hann bleiv sleptur.

Jeg kliptið eitt petti av klipsinum, fyri at tað skuldi genera haruna sum minst.

Hetta er triða haran okur fáa frá Andrass á Eiði, so klappjaktin takkar Andrass stórliga fyri ómakin.

Okur navngeva hesa haruna fyri Andy.

JRS