Haruskjóting í Trongisvági 3. nov 1990
Veðrið var gott henda dagin, ættin varð norðan, og hitin varð um 4 stig.
14 menn vóru og skutu henda dagin, og gingu teir í hesu raðfylgju: (sí hagtøl fyri 1990)
Fari var frá Sirratoftum um hálvgum átta tíðina. Allir samlaðist við Frostgjógv, sum vanligt, kl.0830. Vit komu vestur á Bøkkin kl.1015 og tá bleiv etið. Allir fóru avstað aftur um hálvgum ellivu tíðna.
Komir vestur í ”Skarð”, ið er omanfyri tunellina, hendi eitt óhapp. Eddy Petersen, ið var elsti maður í skeyt henda dagin (50 ár) bleiv troffin av einum skoti og bleiv meiðslaður, óhappi varð so álvarsligt at hann mátti í skundi á sjúkrahúsið, har hann lá í 10 dagar.
Hetta var annars seinasta ári Eddy ætlaði at skjóta.
Óhappi hendi kl.1200 um dagin og vóru 34 harur komnar tá. 4 menn hevði 5 harur í part, Trond, Sigmund, Hallur og Rólant.
Aftaná at óhappi var hent, samlaðist allir mennirnir við Skarð og blivu allir einigir í at gevast.
Allir gingu oman til vegin við tunellina og fóru heim við ymiskum bilum.
Steypi ið bleiv givið í 1974 fall ikki til nakran hetta ári. Vinnarin frá árinum fyri hevru steypi í varðveiðslu til næsta ár – 1991.
úr gerðabókini