(lag: Fra Halifax til Spanien (Sára mín)
Gott kvøld tit ungu menn, ið sita saman her í kvøld.
Til hugna, ábit, sang og prát, og snapsafløskan køld.
Ein sang vit skullu syngja nú, so lurtið allir væl.
Um formannin ið kongur bleiv, við stórum harutal.
Á trappuni í Húsgarði, hann skógvar sínar sleit.
Og veðurfrøðingur hann bleiv, tí “Pauli altíð veit”.
Í brekkuni nú búðleikast í millum serligt slag.
Har hæddarpunkti er, tá ið teir sutla fríggjadag.
Í Fornarætt í nummar tvey, í húsi eru mong.
So loftið mátti byggjast út, tá stovan gjørdist trong.
Og stovan broytt til dansiskúla, jú tað siga tey,
av Zumbadansi Annika, nú fær sítt livibreyð.
At stýra haruskútuni, har krevst eitt serligt tol.
At halda stýr á villmonnum og byggja haruhol.
Hin undanfarni formaður hoknaði av stress,
Á harufundi brádliga, hann segði frá sær sess.
Og Ragnar gjørdist formaður, hann bræðir ei úr ætt.
Hann líka trossigur sum pápin, jú tað er so satt.
At veðurspáa Nolsøe-menn, seg meta javnt við Skeel,
“Nej eystan ættin nyttar ej, bert toka, skýggj og æl”.
Tá Ragnar formansheiti fekk, hann setti hægsta mál,
At blíva harukongur næst, jeg má og blíva skal.
Ein plan hann legði, og sær fyri harusteypin sá.
At støvsuga tær holur, okur ganga okum á.
Tá fari varð um bøgarðin, tað var eitt framúr lið.
Har Bogi, Jónas, Baldrian, teir allir vóru við.
Og holusugara og trol, og langan krøkikrók,
Teir ætlaðu sær stóran fong og fylla harubók.
Sum vanligt er á Frostgjónni, at allir trekkja tøl.
Í formannshúgvuni har liggja seytjan lítil skjøl.
Og Ragnar sera smartur var, hann norðast vildi gá,
gav Baldrian ein seðil, júst tá ongin annar sá.
Tá komið vestur Bøkkin á, hann Ragnar nærmast fleyg.
Hann hoppaði og dansaði, nej har var ongin neyð.
“Jú talið okra seks tað er, jeg sigi fyri vist”
Tær allar lógu svøvni í, í holu hevði gist.
Í sama stíli allan dag, teir lógu knøum á.
Og ikki eina einuferð, tú byrsu tarra sá.
Tá klokkan hon var blivin fimm og jaktin enda var,
tá hevði Ragnar Nolsøe tíggju harur drigið sær.
Í brekkuni nú dansa tey, so lættliga á tá.
Jú Zumba dansa bæði tvey, har stovugólvi á.
Og kongurin hann gottar sær: “Jeg bestur eri nú”
Tað vildi hasin klóvnurin, nej Tórur aldrin trúg.
Kavamaðurin