Samandráttur av klappjaktini 2012

Seinnapart tórsdagin 1. nov bórust tíðindini um, at Hallur í Heiðunum hevði boða til klappjakt tann 2. nov.

Veðurforsøgnin á yr.no lovaði gott veður, turt, kalt og uppí 6 m/s av landssyningsvindi.

Sum vanligt var møtt í Syðratoftum, og hesaferð var tíðspunkti sett til kl.0645. Í ár vóru avboðini 4 í tali, Andras, Dion, Bergur S. og Ásmund. Fyri Andras skeyt Kim Roest, fyri Dion skeyt Gunnar Petersen og Bergur S. og Ásmund, eins og í fjør, lótu arðar skjóta, meðan teir báðir vóru við sum klapparar. Fyri Ásmund skeyt versonurin Bárður Dimon og fyri Berg skeyt sonurin Hanus Stórhamar.

Ragnar Nolsøe var komin ta longu leiðina úr Danmark fyri at verða við til tarru 120’indu klappjaktina.

Leggjast skal afturat, at hesaferð vóru óvanliga nógvir klapparir við, heili 34 mans.

Tá klokkan var umleið 07 fór fylgið avstað, skjúttarnir móti Skallarók og klapparnir móti Frostgjógv.

Tá komið var niðan í Riddalin vaks vindurin og órógvaði hetta stórliga jaktina á Skallarók. Flestu skjúttarnir fóru norður móti Grindarøkrum, meðan einkultir gingu upp sunnanfyri. Ikki vóru nógv skot at hoyra, og ei heldur var nógv hara at sjá. Tá allir møttust umleið kl.0830 á Frostgjógv, høvdu menn bert skoti 5 harur:

Syðratoftir-Frostgjógv: Ragnar 1, Kristian 1, Bergur 1, Gunnar 1 og Einar 1.

Eingin hara var skotin á sunnaru síðu av Skallarók.

Formaðurin skipaði sum vanligt fyri lutakasti á Frostgjógv, og úrsliti gjørdist at Ragnar trekti nr. 1 og Signar fekk nr. 17. Hóast vindurin framvegis var nógvur, uppí 10-12 m/s, var avgjørt at halda fram við jaktini.  Lítla løtu seinni fór so fylgið frá Frostgjógv, við kós vestur eftir. Tá komið var vestur móti Bláfossi fekk Vagnur sína fyrstu haru, og annars vóru sera fáar harur at síggja á Mýrunum og í Húsgarðshaga. Fá skot vóru at hoyra, og tá komið var vestur til Bøkkin høvdu einans trýggir afturat fingið hvør sína haru síðan Frostgjógv:

Frostgjógv-Bøkkurin: Vagnur 1, Birgir 1 og Gunnar 1.

Sostatt vóru bert 8 harur fingnar við matarsteðgurin á Bøkkinum. Gunnar 2, Kristian 1, Birgir 1, Vagnur 1, Einar 1, Bergur 1 og Ragnar 1.

Ragnar og Kim sum gingu nr. 1 og 2 hildu matarsteðg fyri seg niðast í Mannagjógv, meðan restin sum vanligt samlaðist við varðan á Bøkkinum.

Av tí at fitt av frostkava lá frá Tempulskletti og vestureftir, blev avtalað á Bøkkinum at gera skjótt av, og ganga skjótt vestur í Skarð, tí ikki var mett at nógv hara var at finna í kavanum. Sum avtalað so gingu menn skjótari enn vanligt vestureftir, og tá klokkan var umleið kl.1130, vóru menn komnir vestur í Skarð. So gott sum eingin hara var at síggja á fjølllunum hendan dagin, og tá talt blev saman vóru einans 5 harur skotnar í Líðarhaga:

Bøkkurin-Skarði: Kim 2, Magni 1, Hanus 1 og Vagnur 1.

Nakrir mans fóru vestur á Nakkin at royna, meðan restin helt steðg norðanfyri Skarði. Eins og undanfarna ár, so var bert ein hara skotin á Nakkinum og hana fekk Hanus.

Sostatt var úrsliti, tá dagurin var hálvrunnin einans 13 harur:

Dagur hálvrunnin: Kim 2, Gunnar 2, Vagnur 2, Ragnar 1, Hanus 1, Kristian 1, Magni 1, Einar 1, Bergur 1, Birgir 1, Jens Rói 0, Niels Gunnar 0, Hallur 0, Bárður 0, Jens Petur 0 , Signar 0 og Mikkjal 0.

Ragnar og klapparin, Jóannes, sum ístaðin fyri at fara upp gjøgnum Skarði fóru vestur undir Nakkin, hildi steðg fyri seg sjálvar í nedra, og tí náddu teir ikki uppá Skarðið áðrenn restin fór úteftir aftur. Hetta var tó gjørt í samráð við Ragnar gjøgnum fartelefon.

Sigast skal at hóast tað var nógvur vindur, var skýfríður himmal og sólskin. Útsýni av fjøllunum var framúr vakurt hendan dagin.

Eftir stegðin gingu menn skjótt úteftir fyri at sleppa undan keðiliga kavanum, sum lá heilt út í Buðarnir. Oman í móti Buðunum og í Rókhaga sum heild var nógv hara at síggja og skotini vóru heilt nógv. Mikkjal var fyrsti skjúttin sum fekk haru heimeftir.

Tað vardi ikki long tíð, so vóru allir spjaddir og farnir í hvør sína ætt. Vindurin var framvegis nógvur og tað var stórtsæð allastaðni at vindurin órógvaði. Rundan um Vatnsdal og Svínadalin var væl minni av haru at síggja enn vanligt.

Kl.17 vóru allir samlaðir aftir í bilhúsinum hjá Solveig, har Sigurbjørn Niclasen og Hansy Skarðheim høvdu fyrireika vælsmakkandi súpan og flutes til harumennirnar.

Nógv fólk var komið niðan í Syðratoftir at fregnast um hvussu dagurin hevði gingið. Sum vanligt fingu teir vaksnu bjóða snaps og øl, meðan teir yngru fingu sodavatn.

Endaliga úrsliti gjørdist, at tilsaman fingust 50 harur harav fekk Gunnar Petersen tær 7 og gjørdist sostatt harukongur 2012. Í miðal gav hetta 2,9 haru pr. skjútta.

Samanumtikið eydnaðist dagurin ikki so væl sum menn ætlaðu, og grundin var óiva nógvi sunnanvindurin. Allir vóru samdur um, at nógv minni av haru var at síggja í ár enn undanfarin ár.

 

Haruballið í ár var hildið samstundis sum stóra 120 ára veitslan tann 10 nov. Umleið 160 fólk vóru við til veitsluna, ið var hildin í skúlahøllini í Trongisvági, og var hetta ein sera væleydna veitsla við nógvum núverandi og fyrrverandi skjúttum og klapparum við makum. Ætlandi verður ein líkandi veitsla hildin aftur í 2017, tá klappjaktin fyllur 125 ár.

JRS