4 harur blivu til 5000
Tað var neyvan nøkur markering av degnum í august mánaði í ár, nú liðin eru 155 ár, síðani fyrstu harurnar vórðu settar út í Føroyum. Hóast hetta ikki varð gjørt, man lítil ivi vera um, at enn kemur lív í harumenninar hvønn 2. november, fyrsta harudag á árinum.
Tað var helst ein ávísur spenningur á bryggjuni henda dagin í august mánaði 1855. Millum fólkini, ið vóru farin oman higar henda dagin, var sjálvasti amtmaðurin, Carl Emil Dahlerup.
Nakrar dagar áðrenn hevði eitt norskt skip sett kós móti Føroyum, fult av timbri. Umframt manning og farm, vóru eisini fimm harur úr økinum kring norska býin Kragerø við.
Tað var hesi sami 42 ára gamli amtmaðurin, ið eisini var íðin veiðimaður, sum stóð fyri hesum. Hann var komin til Føroyar seks ár frammanundan, og hevur helst ynskt at føroyingar eisini skuldu sleppa at veiða haru.
Samband var áður fingið við norskar myndugleikar, sum syrgdu fyri flytingini. Tíverri komu bert fýra teirra livandi fram til Føroyar í hesum umfarinum. Hesar vórðu síðani sleptar út á Kirkjubøreyni.
Líkt var til, at stórur áhugi var fyri ætlanini. Long tíð gekk nevniliga ikki, fyrrenn Dahlerup ynskti at fáa uppaftur fleiri árið eftir. Enn eru ongar keldur, sum kunnu siga, um fleiri harur soleiðis komu til landið.
Men tann dagin í 1858, sum seinni kom at gerast flaggdagur okkara, var aftur ein stórhending í hesum sambandi. Klokkan fýra seinnapartin kom nevniliga postbáturin higar við tí dýrabara farminum: Fýra harum aftrat.
Hesar fýra harurnar vórðu væl móttiknar og síðani fluttar út í Hornagarðin í Hornabø, haðani tær vórðu sleptar leysar eftir longu sjóferðina.
Líkt var til, at tær longu vistu hvar teirra komandi heim skuldi vera, tí sum skilt fóru tær spelandi í ein beinan sunnan, til frælsið, grýtuta lendið og vøkru náttúruna á Kirkjubøreyni.
Og harum so líkt, fingu tær eina løgu av ungum fyri og aðra eftir. Bert 10 ár seinni kundu tær teljast í túsundatali.
Út um landið
Fyri mong var hetta ein stórhending, og ynskið var sjálvandi at alt skuldi spæla væl av. Tí varð heitt á fólk um ikki at skjóta harur tey fyrstu seks árini.
Hóast hesar átta harurnar vórðu fluttar við skipi higar, var líkt til at tær komu at trívast her og komu haraftrat skjótt fyri seg
Helst hevur tað eisini verið so, at fólk hava frætt um hesar fyrstu harurnar, tí nøkur ár seinni varð skipað soleiðis fyri, at harur eisini vórðu settar út í øðrum oyggjum: Í Eysturoynni í 1872, Kalsoynni í 1919, Kunoy og Vágar í 1920 og á Sandoynni so seint um í 1972.
Roynt varð somuleiðis at fáa haruna at støðast í til dømis Mykinesi, Nólsoy, Koltri og í Stóru Dímun. Men sum skilst vóru hesar oyggjarnar helst ov smáar til at haran kundi nørast og støðast her.
Eingi hagtøl finnast um, hvussu nógvar harur eru kring landið í dag, tí eingin skylda er at upplýsa fong ella tal av veiðimonnum.
Fyri nøkrum árum síðani varð kortini mett, at eini 5000 pør vóru á teimum stóru oyggjunum, eins og á Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Skúvoy, Fugloy og Viðoy.
Spakar
Sum longu nevnt høvdu tey fyrstu pørini góð livilíkindi her á landi. Uttan iva var grýtuta lendið á Kirkjubøreyni til fyrimunar fyri innfluttu harurnar úr Noregi.
Umframt hetta er tað eisini ein sannroynd, at eingi hóttandi rovdjór funnust her, og tí vaks stovnurin skjótt og trygt frá fyrsta degi. Summar keldur vilja vera við, at tær vóru so spakar, at tær komu heilt inn í garðarnar hjá fólki at finna sær føði.
Eitt serstakt var við hesum fyrstu harunum, – eitt sum ein í fyrsta umfari ikki gav sær far um: Tær vóru allar hvítar á liti um vetrinum, men vórðu seinni trokaðar burtur av teimum bláu. Óhugsandi er ikki, at onkur av innfluttu harunum hevur havt eitt slíkt íborið lit-gen.
Sambært okkara fyrsta djóralækna, Carl Johan Bech varð tann seinasta hvíta haran – snjóharan – skotin veturin 1916-17. Hetta gevur haraftrat orsøk til eina aðra áhugaverda eygleiðing, tí haran hevur í roynd og veru tvey litfrábrigdi.
Tær snjóharurnar sum reika norðuri í Mið- og Norðurnoregi og í Alpunum hava ein snjóhvítan vetrarbúna, meðan harurnar í Føroyum, Skotlandi, Írlandi, Suðurnoregi og Suðursvøríki hava ein ljósagráan vetrarbúna.
Tríggjar løgur
Granskarar í dag høvdu helst ynskt, at eitt sindur meiri var skrivað tá, fyri 155 árum síðani, um hesar fyrstu harurnar – til dømis um kyn teirra.
Tað er nevniliga ikki heilt einfalt at avgera kyn á haru, og tað arbeiðið varð tíverri ikki gjørt í 1850’unum. Tí vita vit ikki hvussu kynsbýtið var á hesum fyrstu átta harunum. Sagt verður, at lættast er at avgera kynið, tá hon verður flett. Tá ið skinnið verður togað av, síggjast eistuni týðiliga á kallharuni.
Staðfestast kann tó, at kynsbýtið av haruni, og umstøðurnar at eiga og føða, vóru hesum fyrstu norsku harunum til vildar í føroysku náttúruni. Bert tíggju ár seinni vórðu túsundtals harur taldar.
Hetta kemur vist ikki av ongum, tí haran sum er kynsbúgvin eftir bert átta mánaðum, leggur tríggjar ferðir um árið, einar 2-3 ungar hvørja ferð. Fyrsta løgan er í februar/mars; onnur í mai/juni og triðja í august/september.
Stovnurin verður á mangar mátar hildin niðri av rovfugli, men tað munnu kortini vera harumenn sum taka flestu harurnar ta tíðina, ið loyvt er at skjóta.
Henda tíðina er skift ár undan ári. Tey fyrstu árini heilt frá 1. oktober til 14. februar í 1881, frá 3. november til 3. desember í 1969 til í dag, nú tað er vorðið loyvt at skjóta haru frá 2. november og 31. desember.
Tað vil so aftur siga, at verður veðrið til vildar 2. november, er líkt til at nógvir menn fara at fáa sær ein frídag fyri at fara á haruveiðu á fyrsta sinni í ár.
FAKTA
Størstar í Sandoy
Ein av áhugaverdu eygleiðingunum hjá Dorethe Bloch, leiðara á Djóradeildini á Náttúrugripasavninum er miðalvektin hjá haruni á teimum ymisku oyggjunum í tíðarskeiðnum 1948-2001.
Eftir hesum yvirliti at døma, viga harurnar á Sandoynni mest í miðal, nevniliga 2,944 kg. Beint í hølunum á Sandoyar-haruni er tann í Suðuroy ið einans vigar seks gramm minni, meðan haran í Skúvoy er tann minsta.
Annars sær yvirlitið yvir miðalvektina soleiðis út:
Oyggj Tal Miðalvekt (kg)
Streymoy 3,196 2,820
Eysturoy 773 2,608
Vágar 130 2,683
Suðuroy 284 2,938
Sandoy 78 2,944
Borðoy 230 2,776
Viðoy 156 2,721
Kunoy 49 2,704
Svínoy 23 2,800
Nólsoy 214 2,695
Skúvoy 38 2,374
Samanlagt 4,980 2,777
Snorri Brend