Navn, aldur og hvar sleits tú tínar barnaskógvar?
Jens Rói Sørensen, 45 ár, føddur í 1980. Jeg eri uppvaksin vid Myllá í Trongisvági.
Hvussu upplivdi tú tínar fyrstu klappjaktir?
Fyrstu ferð jeg var við som klappari, var hjá pappa Rólant í 1989. Jeg minnist onki frá fyrsta túrinum, men longu árið eftir, í 1990, minnist jeg sera væl hendingina, tá Eddie bleiv raktur av einum skoti. Jeg var sjálvur triði klappari hjá pappa og okur gingu nr. tvey haldi jeg. Hinir klapparnir vóru Bergur og Kristian Stórhamar. Tad var ísur á røðini, so tá okur komu vestur móti Bláskorum, fóru jeg og Kristian eitt sindur upp frá nr. tvey, og kom harvið at ganga eitt sindur aftanfyri linjuna. Jeg sá ikki sjálva hendingina, tá Eddie bleiv raktur, men minnist væl blóði í hvíta kavanum.
Jeg, Kristian og Eyðstein vóru ofta klapparir hjá pappa. Jeg var ikki klappari hjá ørðum.
Nær royndi tú teg fyrstu ferð sum skjútti, fyri hvønn og hvussu eyðnaðist?
Í 1998, tá jeg just var fyltur 18 ár, gav pappa mær harudagin og jeg slap at skjóta fyrstu ferð. Kai Roest var klappari hjá mær og minnist jeg, at okur fingu fimm harur og blivu nr. tvey, tad var stórt. Bara Sigmund fekk fleiri.
Hvørja útgerð plagdi tú at brúka?
Tær fyrst ferðirnar brúkti jeg byrsuna hjá pappa, eina finska Walmet O&U, so keypti jeg mær mína egnu Hatsan, men seinastu árini havi jeg brúkt eina svarta Khan, sum Nick upprunaliga keypti í Grønlandi. Plagdi at brúka 3ara patrónur við 42 gr.
Hvussu gekk hjá tær sum skjútti í klappjaktini?
Tad hevur gingið útmerka, jeg havði verið harukongur tríggjar ferðir, og nr. tvey tvær ferð.
Hvar í jaktini dámdi tær best at ganga?
At fáa nr. 2 til 4 er best, og heimefter plagdi jeg at ganga mið Rókarnar og so innaru hórar og viðhvørt forbí Svínadalin. Einaferð verið á Skallarók ávegis heim, fekk onga.
Hvørji eru tíni bestu minnir frá klappjaktini?
Tað sum jeg minnist allarbest, var tá ið jeg í 2016 fyri fyrstu ferð gjørdist harukongur. Jeg visti, at Magni eisini hevdi nokso nógvar og spenningurin var øðiligur, tá okur komu oman í garaguna og byrjaðu at spyrja hvønn annan.
Er onkur serstøk hending í klappjaktini, tú minnist serliga væl?
Aftur í 2016, tá jeg skeyt haru nr. sjey omanfyri rættina í Húsgarðshaga, og harvið kom eina haru framum Magna, tad stendur klokkuklárt í minninum. Klapparin Viberg, hoppaði av gleði.
Hvat fyri haruball minnist tú best?
Tey flestu ballini hava verið góð, men tá Jón Eli og pappa troppaðu upp mitt í rokinum, tað var nú serliga stuttligt. Jón Eli mundi skrambla gjøgnum trappurnar, men bleiv bjargaður í síðstu løtu.
Hvat eru tíni bestu ráð til ein núskjútandi skjútta?
Tá tú siktar, brúka 1 sek. áðrenn tú skýtur, og verð tolin, líka inntil kl.1630.
Til seinast, um jeg sigi klappjakt í Trongisvági, hvat sigur tú so?
So sigi jeg, serstakur felagsskapur.