Hulduharan

Lag: Huldugentan

Dagurin styttur og náttin longd.
Árið er komið á hall.
So er hon skipa, sólar gongd.
Kor fyri kvinnnu og kall.

Ganga um túnini spentir menn,
Leingjast til fjalls at gá,
Kanska hon situr í Frostgjógv enn,
hana je fáa nú má.

Hópast so menn á føstum stað,
Um formannin standa í kring,
Úr húgvuni kemur nummarið tað,
Er eydnan nú góð ella ring.

Herja so framm í longum rað,
Sum herur til vápnað stríð,
fíggindin hevur vandan sæð,
Krípur ser holu í.

Ganga teir fram við føstum stev,
langt er ímillum skot,
haran hon brúkar sítt góða tev,
fegnast um eystanlot.

Knappliga hoyrast skot so kvøll,
Petur nú skundar ser nógv,
snávar um stein og dettur á vøll,
byrsuna søkti í mógv.

Ovast á fjøllum gongur ein,
talar við sveinin sín,
her er vakurt, náttúran rein,
hugsar sum Ingilín.

Je atli mer einki at dálka í dag,
ein dreym je hevði í nátt,
hulduharan hon segði mer tað,
vælkomin tú er á gátt.

Ongin larmur og onki krút,
patrónir hann ongar tók við,
í dag kemur ongin hara út,
eru sum farnar í hi.

Ovast á fjalli gongur hann,
har gandkent er alt,
okkurt stórt nú henda man,
um huldur er mer fortalt.

Ganga teir í síni dreymaverð,
Ragnar og hansara menn,
løgin ting nú henda her,
teir síggja tað allir í senn.

Heyggjar og túgvur opna sje,
halda teir síggja sýn,
Ragnar sigur nú reðist je,
í durðunum hómar eitt trýn.

Ragnar nerkast heygnum nú,
í durið ein hara stóð,
kom inn og vitja mína búð,
Je vera skal við tje so góð.

Kanska tú heldur at holan er trong,
inni er reint og heitt,
á loftinum stendur uppreidd song,
je vildi tje í hana leitt.

Ragnar tú gist hjá mer í nátt,
legg tú tje í mína song,
hepni títt tá skal verður gott,
tje geri til harukong.

Í heygnum Ragnar ser reiddi ból,
náttin var eym og heit,
kom út tá aftur rísir sól,
hvat hendi har eingin veit.

Um skamma stund er taskan full,
huldan hon helt sítt orð,
lovaði honum fong og gull,
tá hann sat við hennar borð.

Í langagilið tey dansa nú,
Ragnar og hansara lið,
lovað hvør øðrum heiður og trú,
huldurnar ter dansa við.