Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Strømmatáttur 2021 – Klappjaktin í Trongisvági

Strømmatáttur 2021

Strømmatáttur
lag: Vandringsmen

1. Í Trongisvági reiðrast kendur harri,
sum nógvar góðar søgur hoyra til.
Ta eini nú vit skulu hoyra nærri,
tá okra Birgir misti vit og skil.

2. At eita Strøm, tað er ein tungur arvur,
tí tiltikið tað Strømma navnið er.
Teir eru tvørur trossigur sum tarvur,
tann klanin víðakend hon er um verð.

3. Alt byrjaði við einum svongum maga,
ein stakkals ravnur fann sær ongan mat.
Ein haruunga stjól sær burt í haga,
og ungin vekk og mettur ravnur læt.

4. Men hesin ravnur bleiv tá illa dámdur,
tí stjala haru, øsir harumenn.
Tann freki tjóvur skal ei sleppa longur,
tað gongur ikki, søgdu teir í senn.

5. Og harumenn tá saman stungu høvur,
at finna loysn á hesu sváru neyð.
At fanga ravn við bæði vong og fjøður,
so haran aftur fær sítt dagligt breyð.

6. At byggja fellu mælti tá tann eini,
hann stóra fellu hevði sæð í Havn.
“At lokka inn, tað riggar jú jeg meini,
tá ravnar fanga skulu upp í pavn.”

7. Tað gekk stutt tíð, til fangi sat tann fyrsti,
ein prúður ravnur fangaður tá var.
“Jú fellan riggar, tað var tað mær lysti,
eg vóni ikki hesa Juelsgart sær.”

8. Eitt kvøldi seint, og náttin var í durum,
tá ringdi maður, var í ringum lag.
”Tú handan fellan ger meg sera stúrun,
slík útpínd djór, jeg sjáldan havi sæð.”

9. ”At fanga ravnar er ein ljótur siður,
skamm fái tykkum, freku ungu menn.”
Sum nevsligin tá Birgir stardi niður,
fekk onki sagt, bert einans grísla tenn.

10. Í Heygunum tá hendi nakað løgi,
eitt samanbrot í heysin Birgir fekk.
Fór niður trappurnar við hast og øði,
tók byrsuskot og út í tún við smekk.

11. Har fór ein bilur flúgvandi úr túni,
við lynets hast hann vestur fleyg í dal.
Og stakkals ravnar svóvu fasta svøvni,
ei varnaðust tey skot í hópatal.

12. Jú soleiðis, var søgan hin um Birgja,
sum ikki toldi Ranamannins prik.
Tíbetur kunnu okur altíð syngja,
um ravnafugl og uppklipt fellustik.

Djóravinur av Rana