Luddi úr Kollfjarðadali

Onsdagin hin 15. novembur 2017, bleiv Jens Rói gjøgnum facebook kontaktaður av Karl L. Thomassen úr Kollafirði, sum enn einaferð hevði fanga eina livandi haru. Karl, sum eisini í 2013 lat klappjaktini eina haru, Karlos nevnd, hevði verið í haganum í seyðaørindum og tá fanga eina ungharu í einum harusetri í Kollfjarðadali. Jens Rói gjørdi skjótt av, fekk fatur á eini erskju og koyrdi norður til Kollafjarðar. Haran, ein yngri harufressur, blev kannaður og mettur at verða væl fyri, frískur og í góðum standi. Hoyggj í erksjuna, í við haruni, eitt hugnaligt kaffiprát og kósin síðan aftur sett suðureftir móti Havnini.

20171115_150750 20171115_150756

Síðan blev erskjan koyrd í eitt bagagurúm, koyrd umborð á Smyril og silgd suður. Har suðuri tóku Birgir og Einar ímóti. Teir settu eitt gult klips, “gravera BSR í”, í høgra oyra, fóru síðan niðan í dal og sleptu haruni inn í eina holu norðan fyri Vættraheygg.

23660192_903536769823237_539648420_o 23633299_903536779823236_810336025_o 23634314_903536786489902_2050205575_o 23660036_903536856489895_1392776801_o 23633565_903536886489892_1738874286_o 23698510_903536946489886_622119658_o

Haran bleiv navngivin Luddi, og ynskja okur honum góða eydnu við sínum ævintýri í Suðuroy.

Sum skilst so bleiv Luddi tikin úr sama harusetri sum Karlos í 2013. Harusetrið hava Karl og pápin hansara gjørt einaferð tá Karl var smádrongur.

9. nov 2018 undir ársins klappjakt, endaði Luddi síðar dagar, tá Birgir gekk seg fram á hann norðuri á Stíggj, millum Hvannhaga og Svínadalin. Undarligt at tað skuldi verða just Birgir ið fekk Ludda í sikti, og uttan iva hevur hann kent oyraklipsi aftur uppá langa fjarstøðu, tí klipsi var nemliga eitt klips frá Birgja sjálvum. Sum sæst á myndini niðanfyri, so eru umleið 1,7 km millum staðið har Luddi bleiv sleptur og staðið har hann fór heim til ævigu grasmarkirnar.