Haruveitsla 1995

Haruveitsla
(lag: Hør min sang, du klare aftenstjerne)

Her í Trongisvági ganga spentir,
seytjan mans sum liggja nú á ferð,
tí teir ætla sær at skjóta harur,
fyrsta dagin veður til tað er.

So eitt kvøldið ringir telefonin,
”Tað er Rólant Sørensen gott kvøld”,
Tú je haldi dagurin er komin,
kuldi er í luftini í kvøld.

Næsta morgun áðrenn dimmi lættur,
síggjast menn so kvikliga á ferð,
nú í Syðratoftum standa fattir
seytjan mans, tí harudagur er.

Týðuliga formaðurin sigur,
”Tykor okur fara nú avstað”,
Pauli tað er betri, at tú tigur,
”Oyðilegg mer ikki alt í dag”.

Og nú síggjast tvillingarnir løga,
halda fast um sína byrsubrók,
ætla báðir sær at fáa hana,
haruna, sum býr á Skallarók.

Bergur ungi gjørdur var í brøkur,
hann sá haruna sum so søtan svav,
komin var sær heilt í Grindarøkur,
skjeyt hann haruna so lúkst útav.

Á veg til Frostgjógv, tað vit rópa Fjallið,
møtir Einar sjálvum Sverra Bull,
”Sig mer, hvussu gongur tað hjá Halli”,
Sverri skjótur er at svara ”null”.

Allir samlir nú seg saman stúgva,
hvat er tað í hondum Rólants er,
”atraktiónin” er ein gomul húgva,
so hvør maður egið nummar fer.

Jaktin byrjar nú er klokkan níggju,
gangi allir nú so pent í rað,
tann ið ikki aktar smakkar blýggi,
komið nú so fara vit avstað.

Kristian Stórhamar er sera stinnur,
eins og pápin góður skjútti er,
rokni við um annar teirra vinnur,
Dimmalætting tíðindini ber.

Sigmundur hann stígur sporið tunga,
skotið hevur í nú langa tíð,
Andras slatraði ”hann skeyt ein unga”,
posan ongin slapp at hyggja í.

Tá ið vit um Mýrar hava gingið,
allir ganga Bøkkinum í mót,
hvussu nógvar man Signar hava fingið?
Bara eina hon var sera ljót.

Allir er mettir og væl settir,
Seytjan harur er nú okra tal,
næsta málið tað er Tempulsklettur
Bergur haru sína fáa skal.

Tóri eina, Mikkjal hevur fýra,
roknistykki gongur ikki upp,
Magni hevur allar nú forstýra,
ætlar sær at gera størsta kupp.

Brattalíð hann gongur har so eina,
ætlar sær at gera bart í dag,
”gávu sætt je hevði fingið eina,
ja so blívi je í veitlsu lag”.

Í Puntabyrgi er nú stórur dagur,
vit við okkum hava nýggjan drong,
á sum Pethur hevði verið glaður,
gjørdi Dion seg til harukong.

Hvør var hann sum fekk so trupult nummar,
tað var drongurin sum kom úr Havn,
allir samlir kenna jú Niels Gunnar,
hevur longu skotið fullan favn.

Jensurin sum mangan hevur sjabba,
sigur nú hann hevur ikki tíð,
heldur syngja vil um Abba-stabba,
tí hann ikki slapp har inn í Líð.

Tumma-risin skuldi verið skotin,
hingið uppi í so langa tíð,
líka inntil hann er blivin rotin,
tá vit sleppa aftur inn í Líð.

Skjúttar allir klapparunum takka,
fyri at tit vildu koma við,
tungligt er við byrðuni á nakka,
takk tit verja henda gamal ”sið”.