Kommisserur kvøður 2017

Kommisserur kvøður
Lag: Ole Dæksgutt

Nú fari je at royna, at skriva nøkur orð.
Um onkrar orginalar, sum her sita við mítt borð.
Og teir sum nevndir verða, teir vita sjálvir hví.
Ja um teir verða svakir, je leggi einki í.

Í Havnini je starvist, je eri politi.
Í tí, sum heima hendur, je royni fylgja við.
Tað lógloysi har valdar, je hoyri um hvønn dag.
Í Januar flyti suður eg, tá verður annað lag.

Í Trongisvági ringast, har er púrt einki skil.
Á bøi og á vegi gongur alt sum best ber til.
Ein veður og hani, har eri eingi mørk.
Her er eins og tá Nóa gamli fór í sína ørk.

Men Klappjaktina góðu, je elski yvir alt.
Har formaðurin stýrur hart, so kyniskt og kalt.
Uppá hann eri svakur, hann arbeiðir so seiiint.
Je noyðist tó at siga, at hann stýrur henni beint.

Hann ikki boða vildi, je legði á hann press.
Kom ringi allir til hann, og gevi honum stress.
Var ikki til at vika, gav ikki frá sær svar.
Nú stendur hann hjá Margo, søgdu fleiri fyri mær.

Hann valdi dagin góðan, vit samdir eru í.
Er róligur av lyndi, hann hevur góða tíð.
Je noyðist at ”erkenna”, hann skilamaður er.
Mær sjálvum havi lova, at hann frið fær næstu ferð.

Nú mundi je gloymt Kimmon, ein søga fyri seg.
Læt ikki skot úr byrsu, tó hann yvirhálar meg.
Tveir klapparar so góðar, hann Boas og so Pól.
Á Homrum og í Rókhaga, teir tømdu haruból.

Je gloymi ikki hina, je haldi hon var góð.
Í sínum gamla koti, á gólvið Hallur stóð.
Hoyr Kim mín góði vinur, minst til tað næstu ferð.
At tryggja tær, at píkabyrsan við í tasku er.

Í næsta ár je allar á bóli taka skal.
Og veit at mín taktikkur, hann fer at roynast væl.
Je ringi beint til grannan, og bjóði honum við.
Jú Oddur hann er klárur, hann vil standa mær við lið.

Je harukongur verið, tað sikkurt er og vist.
Tí hvør kann okun hótta, ein major og politist.
Hann rennur eftir øllum, ið hann sær ganga leyst.
So næsta ár í Brekkugili, verður harufest.

Ein rusta mynd úr jarni, í summar østi meg.
Je hótti við úr nevndini at fara beinaveg.
Í Mikladali sá eg hvar Kópakonan stóð.
So myndina á Sandin setið, út í hálva fló.

Skjótt fara okur fýra, í Hvammhaga á jagt.
Har gera allir samlir tað, sum við teir verður sagt.
Tær harurnar so dýrar, vit keyptu á aktión.
So uppá tær í mesta lagið verður ein patrón.

Tá jaktin er at enda, og Kim hann bjóðar inn.
Á borðið setur turra grind og eina Gordons Gin.
Í túninum hjá PAGGE, hann hevur heitan pott.
Har sessast vit, og reypa, skála út á miðu nátt.