Rókhaga orrusta 2017

Lag: Veturin kom við kulda og kava

1. Várið er komið og sólin sæst skína,
hagar at keypa, og hvalbingum kína,
hetta er vanligur sigur.
Vóni teir aftur í ár verđa blíđir,
Nesmenn oftast fittir og týđir,
so hugsar kúrandi Hallur.

2. Vanligar avtalur halda ei longur,
ein er í Hvalba, iđ spæla vil kongur,
tiltikin trodsigur fýrur.
Reyđur í gronini: “Nú er nóg mikiđ,
fasta-tøkur í Heiðabóndan tikiđ,
ei skulu teir hagan fáa”.

3. Erhard og Hallur, tveir høvdingar stoltir,
bresta so saman, so jørðin hon skjálvtar,
buldrini hoyrast so víða.
Erhard er ørur og tætt viđ at bresta,
Hallur hann hugsar: hvat er tað nesta,
hatta kann bert enda galið.

4. Bjóđa so kapp og neistarnir flúgva,
hvør fer at vinna og mótpartin lúgva,
nú skal avgerđin fella.
Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir,
burtur úr túninum Hallur hann rýmir,
eftir stendur sigrandi Erhard.

5. Aftur ov stuttur nú Hallur hann gjørdist,
ov fáar pengar, og Erhardin ræddist,
nú verður trongligt í haga.
Listin-lærdur okur hann kenna,
“Tá okur gjøgnum Rókarnar flenna,
ei skulu teir okum trýna”.

6. Tó ikki altíð tað gongur sum ætlað,
tá menn við byrsuni ganga og tvælta,
tað mátti Hallur ásanna.
Ovast á tindi fútin hann ringdi,
“Bandittur tú er og skal fyri tingið,
brumman stendur og bíðar”.

7. Tá kom panikkur í alt harufylgi,
maður við kikara tætt okun fylgdi,
formaður ræðslusligin.
”Hoyr mínir menn, geri nú sum eg sigi,
heim okur fara og burt hetta tigi,
her hómast ei nøkur hara”.

8. Tíðanbetur ei meir nakað hendi,
kongurin fekk entá haruna sjeydu,
skjúttar allir vælnøgdir.
“Sikken ein dagur sum nú fer at halla,
klappi-jaktin aldrin skal falla”,
murraði Hallur at enda.

9. Hetta var søgan um Rókhaga rokið,
altíð komedian prutlar undir loki,
sodan er dagligur kostur.
Vónandi komandi ár okur vinna,
aftur í Rókarnar lógliga finna,
aldrin skal Erhardur sleppa.

Fogeden