Ein skjútti gekk seg framá eina haru, ið sat inni í eini holu. Hann fekk seg ikki til at skjóta hana, meðan hon enn var í holuni, og at avlíva hana við handakraft helt hann ikki vera sømuligt heldur.
Skjótt fekk skjúttin tó hugskotið, at hann skuldi taka haruna, binda eitt band um hálsin á henni, tjóra hana í ein stein, og síðan skjóta hana frá passaligari frástøðu. Hetta helt hann, uttan iva, vera besti hátturin at avlíva hesa góðu haru.
Skjúttin so ger, gongur nakað frá tjóraðu haruni og miðar.
Andadrátturin er djúpur og støðugur, og so trýstur hann á avtrekkjaran. Skotið gongur av, men hvat hendi?
Skjúttin rakti ikki haruna, men í staðin hevði hann rakt bandið, sum hann hevði tjóðrað haruna við. Haran tóktist takka fyri, og so helt hon til beins.
Hvørji orð mundu verða søgd í hesu løtu, sleppa vit at gita okkum til, men lata vera við at endurgeva.