Stutt info um patrónir

Hvørjum skal ein hyggja eftir, tá ein skal keypa sær patrónir til haruveiðu?

Fyrst og fremst, skal mann finna útav, hvat stødd/kalibur av patrónum passa til byrsuna.

Kalibur ávísur tann innvenduga diameturin á byrsupípuni (dk: geværløb).

Orðið kalibur kemur úr gomlum enskum og blev útrokna soleiðis:

1 enskt pund (454 g) av blýggi blev formað til x antal líka stórar kúglur, td. 12 kúglur. Tann pípustøddin, ið hesar 12 kuglurnar passaðu ígjøgnum, blev fekk heitið kalibur 12.

Í millimetrum er ein kalibur 12 patrón 18,52 mm í diametur, meðan ein kalibur 16 er 16,81 mm í diametur.

Sostatt, eru kalibur 12 patrónir størri í diametur enn td. kalibur 16, sum so aftur er størri enn kalibur 20 osf.

 

Síðan skal ein finna útav longdini á pípukamarinum. Kamari er tann aftasti parturin í pípuni, har patrónin verur ísett.

Kamarlongdir finnast í 65, 67,5, 70, 76 ella 89 mm, har 70 mm er tann vanligasta longdin. 76 mm kallast Magnum og 89 mm kallast Super Magnum og eru báðar til kraftigari patrónir enn hinar.

Hesir báðir upplýsningar kunnu finnast onkustaðni á byrsuni. Stendur td. 12/70 merkir tað sostatt, at patrónin ið skal brúkast, er ein kalibur 12 og skal vera 70 mm long.

Tað er sera umráðandi, at ein brúkar røttu patrónlongdina og mann má aldrin brúka td. eina 76 mm patrón í einari 12/70 byrsu. Pípan kann spreingast av hesum.

 

Harnæst eru tað sjálvar patrónirnar, ið finnast í alskyns útgávum. Her eru tað høglstøddin og høglsvektin, sum er mest áhugaverd.

Høglstøddirnar eru ymiskar, alt eftir hvørjum landið patrónirnar eru framleiddar í. Her eru ein tavla, ið vísa hendan munin:

Enskar høglstøddir: 9 8 7 6 5 4 3 2 1
Diametur mm 2 2,2 2,4 2,6 2,8 3,1 3,3 3,43 3,6
                   
Týskar høglstøddir: 9 8 7 6 5 4 3 2 1
Diametur mm 2 2,25 2,5 2,75 3 3,25 3,5 3,75 4










Amerikanskar høglstøddir: 9 8 7 6 5 4 3 2 1
Diametur mm 2 2,3 2,4 2,8 3,1 3,3 3,5 3,8 4

 

Norðurlond og norðureuropa nýta týsku støddirnar. Týskar og franskar støddir eru eins.

Tað finnast eisini aðrar høglstøddir, sum eru størri enn stødd 1 og smærri enn stødd 9, men hesar eru ikki vanligar í Føroyum.

Sjálv høglini eru eisini gjørd úr ymsum tilfari, og hesi verða býtt í tvær høvuðskategorir: Tung høgl úr antin Tungsten, Blýggj ella Bismut, og so lætt høgl úr Stål ella Tin.

Til haruveiðu í Danmark verur mælt til, at brúka høglstødd 3-4-5 um ein skal skjóta við ”tungum” høglum og høglstødd 1- 2-3-4 um ein skýtur við ”løttum” høglum.

 

Høglsvektin upplýsir, hvussu nógv mongu høglini samanlagt í einari patrón viga, td. 36 gram ella 42 gram.

Krútblandið og krútmongdin eru ymisk alt eftir framleiðara, og á hesum øki verður mælt til, at fólk sjálvi royna seg fram.

 

Klappjakt.com hevur kannað tvær kalibur 12 patrónir og talt hvussu nógv høgl eru í hvørjari patrón.  Í einari týskari Rottweil 4, 40 gram, vóru 191 høgl, meðan í einari enskari Eley 3, 36 gram, vóru 177 høgl.

Rottweil 4 & Eley 3          191 høgl          177 høgl

Um vit hyggja í talvuna omanfyri, síggja vit at sjálvt um høglstøddirnar kallast 4 og 3, so eru høglini næstan líka stór, nemliga 3,25/3,3 mm, av tí at Rottweil nýtir týskar støddir og Eley enskar støddir.

 

Vanligastu patrónir til haruveiðu í Føroyum, sambært einum sølustaði í Tórshavn, eru høglstødd 3 við 36 ella 42 grams høglsvekt.

Til seinast kann viðmerkjast, at patrónir altíð skullu goymast á turrum stað og við einum tempraturi millum 12 – 18 stig.