Haruveitsla 2014

Haruveitsla (lag: Heysa upp og lora nakað væl)

1. Summarið er komið, nærkast harutíð
ganga menn so spentir, djúpum tonkum í
hvussu fer at hilnast, verður veðrið gott?
Allir vóna sjálvandi, hann boðar skjótt

Fara allir spentir nú avstað
Fróir, glaðir, vænta sær ein góðan dag

2. Søguligur dagur, sigur Brattalíð
ætlar sær at gevast, eftir langa tíð
Signar var so frægur, soni byrsu gav
at hann er ov gamal, sjálvur fann útav.

3. Mikkjal er nú elstur, fyrstur húgvu í
skjýtur tungar harur, okur vita hví
sótu púra stillar, gott fekk á tær sikt
runnu ikki undan, tí tær høvdu gikt.

4. Sjálvt við nýggjum eygum, Hallur onki fær
ætlaði sær fleiri, fekk tó bara tvær
sjálvandi hann heldur hetta vera gand
onki hjálpti byrsa nýggj og renniband.

5. Undir vøkrum hatti, rætt sum Don Juan
gongur spelkin maður, okur kenna hann
hann í sínum posa, fýra hevði í
orsøkin er hatturin, og bara tí.

6. Ásmund hevur givið frá sær nú stafett
mannað væl í klappijakt, er aftur Nolsøe “ett”
skjótur var í Nakkin, og har haru skeyt
millum stórar klettar, Rasmus sat og “skeyt”.

7. Ikki hava allir, tolið ið skal til
at lurta eftir teimum, sum á veðrið hava skil
metrologar allir, og teirra veður-spá
ongum, ið teir koma við, TEIR líta á.

8. Okur kenna allir skilið Handan Á
hvussu tað kann ganga, tá tú ikki skynir á
um tað fer at torna, ella sólin sær
og um mánalýsið alla nátt tað var.

9. Harurnar í Hvammhaga, skýtur ein kvartett
eingin teirra hevur skil á veðrið ella “ett”
eru sera spentir, taka fyrsta kjans
við sær hava klovstúlar og oljudans.

Fara allir spentir nú avstað
Fróir, glaðir, vænta sær ein góðan dag

10. Teir, je ikki nevni, hesum tátti í
skulu vera stóltir, je skal siga tykkum hví
hampamenn tit eru, skikka tykkum gott
og tí skrivar ongin tykkum nakran tátt.

– eygleiðarin