Formansvísa 2015

Formansvísa (lag: Fra Halifax til Spanien (Sára mín)

Í Heiðunum ein fýrur býr, tit kenna hendan mann
Don Hallur eitur drongurin, sum yrkja vísur kann.
Við Prince’ini í munninum, hann altíð klárur er
at fest’ á blað ein sang, um onkran kendan flottan per.

Og Hallur koyrur gulan bil, við salti afturúr
í hernað móti hálkuni, runt oynna koyrur túr.
Men hinaferð til Sumbiar, tú sikkurt linur var
tí saltkongur títt heiti bleiv, av Rólant doyptur har.

At passa gás tú raskur er, og nógvar ungar fær
ta einu ferð tú tjúgu fekk og gottaði tú tær.
Vit kenna tað at skjóta bjørn og selja hennar skinn
tí óeydnan hon vitjaði og brátt bleiv talið fimm.

Í jaktini tú drúgvur er, legenda siga tey
tú altíð hevur nógv fólk við, ja okkurt ári sjey.
At raka harur kortini, tú ikki megnar væl
og byrsan hon fær skylduna, tá tú fær vána tal.

Men listinlærdur revur er, tú finnur uppá ráð
har niðri móti vatninum tú stóra haru sá.
Tað longu leið tú sendi tínar ungu sveinar tveir
og sjálvur undir Tempilskletti fór í kaffi-lejr.

Tá dagur nærkast endanum og ongin hara enn
“Hvat skulu okur gera nú, hvat halda mínir menn”?
Úr evra tá teir biða um hjálp, ein huldumann tú sá
og skjótt ein steindeyð hara har á bønum opin lá.

Sum formaður í harunum, tú stýrur skútu væl
og húgvuni við tølunum, tú deilur út mangt tal.
Men einaferð so hendi tað, at húgvan eftir var
tá láturin hann rungaði og flent varð eftir tær.

Tó ikki altíð lætt tað er, at verða commendant
at velja nýggjan harumann er altíð intresant.
Í Húsgarði ein fýrur gongur nevndur KIRO Kim
sum leikar í og stressar formannin til bimmelim.

Úr Hvalba kemur frúa tín, tað var eitt leygarkvøld
O, Hallur Hallur Hallur dó, á sum hon tá var køld.
Úr góðum selskapi tú hvarv, í brúsu klokkan tvey
tá skiltu báðir gestirnir, at stór var vorðin neyð.

Nú hendan vísa enda skal, eg tori ikki meir
tó søgurnar um formannin, tær finnast mangar fleir.
At skemtast dámar okkum væl og syngja mangt eitt lag
og vónin er at allir her, nú fáa ein góðan dag.

Einar & Muuhsikki